Klagaði BankNordik fyri ógreið boð um gjaldskort

Klagaði BankNordik fyri ógreið boð um gjaldskort
Brúkaraumboðið tekur undir við klagaranum, og hevur biðið bankan um at orða seg greiðari
Klagarin metti ikki, at sms-boðini frá BankNordik um at virkja gjaldskortið í Apple Pay vóru nóg greið til, at fólk skiltu álvaran í teimum. (Savnsmynd)
 
06.03.2024 - 09:08

Boðini vóru ikki nóg greið og týðilig.

Tí misti eitt viðskiftafólk hjá BankNordik 8.000 kr.

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina klagu, sum fevnir um sms-boðini, sum verða send, tá fólk skulu virkja kortið í Apple Pay. 

Klagarin metti ikki, at sms-boðini frá BankNordik vóru nóg greið til, at fólk skiltu álvaran í teimum.

BankNordik sigur, at klagarin skal sjálvur ábyrgjast, tí hann vísti grova, óforsvarliga atferð, tá hann gjørdi kortið virkið.

 

Fekk allar pengarnar, uttan 375 kr.

Klagarin heldur, at hann skal bara ábyrgjast fyri 375 krónum, tí sms-boðini frá BankNordik vóru ikki nóg greið til, at fólk skiltu álvaran í teimum. 

Tað heldur Brúkaraumboðið eisini, og hevur biðið BankNordik um at orða boðini greiðari.

BankNordik hevur síðani latið klagaranum allar pengarnar, uttan 375 kr. 

Brúkaraumboðið tekur ikki ítøkiliga avgerð, um klagarin skal gjalda allar 8.000 kr. ella 375 kr. 

Det Finansielle Ankenævn viðger ítøkilig mál millum viðskiftafólk og peningastovn.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025