Putin fekk meira enn 87 prosent av atkvøðunum

Putin fekk meira enn 87 prosent av atkvøðunum
Andstøðan hevði einki valevni, og teir tríggir, sum stillaðu upp, stuðla politikkinum hjá Putin
Ein sigursælur Putin takkaði fyri valúrslitið í gjárkvøldið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.03.2024 - 08:24

"Russland, Russland, Russland!"

Tað vóru lógvabrestir og fagnaðarróp frá viðhaldsfólki, tá Vladimir Putin, forseti, í gjárkvøldið lýsti valsigurin.

Ikki óvæntað vann Putin russiska forsetavalið við greiðum meiriluta. Mett verður, at hann hevur fingið yvir 87 prosent av atkvøðunum. Enn eru ikki allar atkvøður taldar. 

Tríggir aðrir menn stillaðu eisini upp til forsetavalið,  men allir stuðlaðu politikkinum hjá Putin. Eingin frá andstøðuni stillaði upp. Tí hava viðmerkjarar sagt, at valið heldur hevur verið ein tilnevning heldur enn eitt veruligt fólkaræðiligt val, hóast Russland roynir at látast sum um, at valið er demokratiskt.  

 

Sum væntað vann Putin russiska forsetavalið. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 

Vandi fyri triðja heimskríggi

Tá ið Vladimir Putin tók orðið í gjárkvøldið, takkaði hann sínum stuðlum og hermonnunum á hermótinum.

- Hesin sigurin merkir, at Russland verður sterkari. Um vesturheimurin sendir hermenn til Ukraina, er vandi fyri triðja heimskríggi, segði Putin m.a.

Hóast greiðan sigur, var mótmæli á síðsta valdegnum.

 

Julija Navalnaja heitti á veljararnar um at vísa sína misnøgd við forsetvalið. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Einkjan hjá fyrrverandi andstøðupolitikaranum, Aleksej Navalnyj, Julija Navalnaja, hevði undan forsetavalinum heitt á fólk um at møta upp við valstøðini á middegi, fyri at vísa sína ónøgd við Kreml.

Og júst á middegi vóru langar bíðirøðir við valstøðini. Talsfólk hjá Putin hevur tó víst aftur, at longu røðirnar høvdu nakað við áheitanina hjá Juliju Navalnaja at gera. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595