Føroyska svartkjaftakvotan verður 543.000 tons í ár

Føroyska svartkjaftakvotan verður 543.000 tons í ár
Næstan 100.000 tons eru latin í umbýti í fiskiveiðiavtalum við Russland og Grønland
Nøkur av føroysku skipunum hava fiskað næstan alla sína svartkjaftakvotu. Nú fáa tey umleið 140.000 tons at býta millum sín aftrat. (Savnsmynd)
 
26.03.2024 - 18:00

Føroyska kvotan av svartkjafti verður umleið 543.000 tons í ár.

Í fjør fiskaðu føroysk skip umleið 401.000 tons av svartkjafti

Hóast samráðingar hava verið, fekst eingin semja um svartkjaftin í ár. 

 

Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur verið í samráði í uttanlandsnevndini. (Savnsmynd)

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur tí verið í samráð í uttanlandsnevndini. Sum skilst ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum frá ICES, at føroyska kvotan verður 35 prosent av mest loyvdu veiðu, sum svarar til umleið 543.000 tons av svartkjafti.

Ein fyribils kvota var útskrivað upp á umleið 400.000 tons av svartkjafti, og av teimum fóru næstan 100.000 tons í umbýti í fiskiveiðiavtalum við Russland og Grønland. 

Nøkur av føroysku skipunum hava fiskað næstan alla sína svartkjaftakvotu. Nú fáa tey umleið 140.000 tons at býta ímillum sín aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846