Fyrsti temafundur hjá Norðurlandaráðnum í Føroyum

Fyrsti temafundur hjá Norðurlandaráðnum í Føroyum
At ein føroyingur er stjóri í Norðurlandaráðnum hevur helst havt sína ávirkan á, at fundurin verður hildin her 
Ísland hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum í ár. Høgrumegin Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum.
 
08.04.2024 - 18:00

Temafundurin hjá Norðurlandaráðnum verður fyri fyrstu ferð í 72 ára gomlu søguni hjá Norðurlandaráðnum hildin í Føroyum.

Fyrrverandi ting- og landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss, er stjóri í Norðurlandaráðnum. Og tað at ein føroyingur er stjóri í Norðurlandaráðnum hevur helst havt sína ávirkan á, at fundurin verður hildin í Føroyum. 

 

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur fund á Hotel Føroyum. 

 

Umframt fundarvirksemi fara limirnir í Norðurlandaráðnum m.a. at vitja .løgtingið, SEV og Føroya Tele.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

08042024_Temafundur_Nordurlandarad

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595