Seinasta stundin hjá Kambi fangað á mynd hjá donsku sjóskaðanevndini

Seinasta stundin hjá Kambi fangað á mynd hjá donsku sjóskaðanevndini
Í sambandi við kanningararbeiðið av syrgiligu vanlukkuni, tá ið frystilínuskipið Kambur sakk, hevur danska sjóskaðanevndin almannakunngjørt mynd av seinastu stundini hjá Kambi
Um skamma stund søkkur Kambur.
Mynd: Den Maritime Havarikommission, www.dmaib.dk  
 
10.04.2024 - 13:04

Danska sjóskaðanevndin kannar í løtuni tilburðin, tá ið frystilínuskipið Kambur sakk 6. februar og tveir mans sjólótust. 14 mans vórðu bjargaðir. 

Hetta sæst á heimasíðuni hjá Den Maretime Haverikommission

Enn er ikki greitt, nær skaðafrágreiðingin um syrgiligu vanlukkuna er liðug, men tilburðurin verður kannaður sum "stabilitet/lækage" stendur á heimasíðuni.

 

Mynd av Kambi

Í sambandi við arbeiðið hevur danska sjóskaðanevndin eisini almannakunngjørt eina mynd av seinastu stundini hjá Kambi. 

Á myndini er ljóst, og Kambur liggur á liðini og rættiliga tungt í sjónum. 

Teir av manningini, ið høvdu megnað bjargað sær upp á skipssíðuna, eru tiknir av Kambi. 


 

Fekk ein sjógv

Tað var tíðliga týsmorgunin 6. februar, at frystilínuskipið Kambur fekk ein sjógv. 

Skipið legði seg á síðuna og sakk nakað seinni 17 fjórðingar í útsynning úr Akrabergi. 

16 mans vóru við skipinum, og 14 blivu bjargaðir. 

>>Sí eisini: Flogskipari: Máttu bíða til Kambur sakk at fáa fatur á síðsta manninum

Sjóvinnustýrið bað alt fyri eitt Føroya Rætt um at skipa fyri sjófrágreiðing og sendi eisini boð eftir donsku Sjóskaðanevndini at koma til Føroya í sambandi við kanningararbeiðið.

Skaðanevndin kom beinanvegin til Føroya at gera samrøður og annað kanningararbeiði í sambandi við vanlukkuna. Nevndin bað eisini um dátur, veðurkort, veðurforsagnir og annað, sum er neyðugt til at lýsa viðurskiftini.

>>Sí eisini: Skiparin á Kambi: "Fingu ikki boyulúkuna aftur"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844