Mótmælisfólk í Íslandi: Ónøgd við tíðindaflutningin av stríðnum í Gasa

Mótmælisfólk í Íslandi: Ónøgd við tíðindaflutningin av stríðnum í Gasa
Mótmælisfólkini halda, at verandi tíðindaflutningur ikki lýsir ta veruligu støðuna í Gasa nóg væl
Mótmælisfólkini funnust eisini at RÚV fyri at vera við í Eurovision sangkappingini og mæltu íslendska kringvarpinum til ikki at senda finaluna leygardagin.
 
09.05.2024 - 12:25

Seinnapartin í gjár komu mótmælisfólk saman uttan fyri høvuðsinngongdina hjá íslendska kringvarpinum RÚV í Reykjavík. Tey løgdu seg á vegin, fjaldu síni andlit og lótu sum um, tey vóru deyð. Summi av teimum høvdu heimagjørd pressukort og mikrofonir við, tí tey mótmæltu tíðindaflutninginum hjá RÚV av stríðnum í Gasa.

"Vit vilja vísa á, hvussu illa RÚV hevur klárað seg higartil við til dømis at dekka, hvussu nógvar journalistar ísraelar hava myrt," segði eitt av mótmælisfólkunum, Lukka Sigurðardóttir, við RÚV.

Hon segði, at RÚV hevur ein týðandi leiklut við sínum frásøgnum um, hvat er hent í Gasa seinastu mánaðirnar. Mótmælisfólkini halda, at verandi tíðindaflutningur ikki lýsir ta veruligu støðuna í Gasa nóg væl.

Mótmælisfólkini funnust eisini at RÚV fyri at vera við í Eurovision sangkappingini og mæltu íslendska kringvarpinum til ikki at senda finaluna leygardagin.

Somu mótmælisfólk vóru eisini uttan fyri íslendska uttanríkisráðið í gjár, har tey millum annað skrivaðu orðið "Samsek" á veggirnar.

Eitt mótmælisfólk varð handtikið, men varð leyslatið aftur stutt seinni, skrivar RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869