Gongurættur og ognarrættur eiga ikki at verða knýttir saman

Gongurættur og ognarrættur eiga ikki at verða knýttir saman
Forkvinnan í Hagafelagnum heldur, at uppskotið um burðardygga ferðavinnu er gott, men hon stúrir fyri, hvussu tað fer at síggja út, tá tað kemur aftur úr nevnd
Rúna Hjelm er forkvinna í Hagafelagnum.
 
10.05.2024 - 13:16

Gongurættur og ognarrættur eiga ikki at verða knýttir saman.  

Tað sigur forkvinnan í Hagafelagnum um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um burðardygga ferðavinnu.

Rúna Hjelm sigur, at uppskotið er sum heild gott, men hon stúrir fyri, hvussu tað fer at síggja út, tá tað kemur úr aftur vinnunevndini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10052024_Hagafelagid

 

Uppskotið um burðardygga ferðavinnu er á skránni hjá vinnunevndini í løgtinginum seinnapartin. Erhard Joensen, formaður í vinnunevndini, hevur onga viðmerking um uppskotið fyrr enn eftir fundin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334