Íslendingar rindaðu 121 milliónir í veiðigjaldi fyrsta ársfjórðing

Íslendingar rindaðu 121 milliónir í veiðigjaldi fyrsta ársfjórðing
Hetta er slakur triðingur meira enn somu tíð í fjør
Átta íslendsk reiðarí skuldu lata yvir fimm milliónir í veiðigjaldi í fyrsta ársfjórðingi. (Savnsmynd: Morgunblaðið)
 
13.05.2024 - 08:38

Veiðigjøldini hjá íslendsku fiskivinnuni vóru 121,5 mió. kr. í okkara pengum í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Hetta er slakur triðingur meira enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.

Tað er, tá lodnan er undantikin. Eingin lodna er fiskað í ár.

Í fjør gav hon 89,5 milliónir í veiðigjaldi.

 

Gjøldini hækkað

Onkrar broytingar komu á nýggjárinum.

Veiðigjaldið fyri tosk hækkaði 39 prosent. Fyri hýsu hækkaði gjaldið 12 prosent. Svartkjaftur hækkaði 29 prosent.

Reiðaríið Sam­herji bleiv kravt eftir størsta veiðigjaldinum, 10,6 milliónum krónum í fyrsta ársfjórðingi.

Átta reiðarí skuldu lata yvir fimm milliónir í veiðigjaldi í fyrsta ársfjórðingi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949