Stórur meiriluti fyri vakmyndatólum í náttarlívinum

Stórur meiriluti fyri vakmyndatólum í náttarlívinum
Stórur meiriluti er í løgtinginum fyri at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól
Løgtingið vil hava vakmyndatól í náttarlívinum.
 
15.05.2024 - 07:06


Stórur meiriluti er í løgtinginum fyri at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól.

Allir flokkar, uttan Miðflokkurin, í rættarnevndini taka undir við uppskotinum til samtyktar hjá Sambandsflokkinum.

Sambandsflokkurin vil hava landsstýrið at koma við uppskoti, sum loyvir kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga ábærum støðum í býarlívinum.

Sambært løgregluni vóru 106 harðskapsmál skrásett í 2022. 

Nógv tey flestu harðskapsmálini eru um náttina, millum midnátt og klokkan sjey um morgunin.

Okkurt um helvtin av teimum 106 harðskapsmálunum vóru í náttarlívinum. 

Ikki eyðmerkt

Í fimm málum vóru gerningsfólkini ikki eyðmerkt. 

Hesi málini kundu møguliga verið loyst, um løgreglan hevði atgongd til upptøkur frá vakmyndatólum, sigur meirilutin í rættarnevndini. 

Minnilutin í rættarnevndini, Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum, sigur, at rættarnevndin  hevur ikki fingið nakrar nýggjar upplýsingar um fyrimunir og vansar við vakmyndatólum og náttarlívi.

Minnilutin heldur framvegis, at slík vakmyndatól gera ov stórt inntriv í privatlívið hjá føroyingum, tá hugsað verður um, hvussu nógv lógarbrot væntandi vera loyst ella fyribyrgd.

Framsókn hevur ikki fólk í rættarnevndini.

Atkvøðugreiðslan um uppskotið verður í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210