Elveiting viðgjørd uttan álit

Elveiting viðgjørd uttan álit
Onnur viðgerð um elveitingarlógina verður í dag, hóast einki álit kom úr rættarnevndini 
Løgtingið viðger uppskotið um elveitingarlóg og atkvøður um tað, hóast einki álit kom úr nevndini, sum hevði málið.
 
17.05.2024 - 06:22

Tingskipanin loyvir tingfólkum at krevja mál aftur úr nevnd, uttan at nevndin hevur skrivað álit um málið.

Í tingskipanini stendur, at er álit ikki komið, tá freistin er farin, er tingfólki heimilað at krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

Og tað var júst tað, Eyðgunn Samuelsen gjørdi í gjár um uppskotið um elveitingarlógina.

Løgtingið atkvøddi fyri, at málið verður viðgjørt, hóast álit ikki er skrivað.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, kom í løgtingið við uppskotinum 7. mars.

Rættarnevndin fekk málið 11. apríl eftir fyrstu viðgerð.

Álitið skuldi koma haðani í seinasta lagi 11. mai.

Men einki álit kom.

Onnur viðgerð um elveitingarlógina verður í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. august
Poppverturin
194203
Mánadag 11. august
Morgunlestur mánadagur 11. august 2025
195374
Sunnudag 10. august
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
195430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. august
Veðrið - teknmálstulkað
195406
Fríggjadag 8. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195405
Fríggjadag 8. august
Veðrið
195397
Týsdag 5. august
Veðrið - teknmálstulkað
195271