Dart: Kasta um norðurlendska meistaraheitið

Dart: Kasta um norðurlendska meistaraheitið
Føroyska dartlandsliðið er farið til Íslands, har kappast verður um norðurlendska meistaraheitið um vikuskiftið
Føroyar í venjingardysti ímóti Svøríki fyri nøkrum árum síðani
Mynd: savnsmynd  
 
23.05.2024 - 11:00

Føroyska datlandsliðið er farið til Íslands at kappast um norðurlendsku meistaraheitini. 

Hetta er aðru ferð, at Føroyar eru við í Nordic Cup í nýggjari tíð. Fyri tveimum árum síðan var føroyska landsliðið við í kappingini í Svøríki, tá Jan McIntosh og Uni Árting fingu bronsu í tvímansleiki.

Tvey lið við fýra monnum í hvørjum umboða Føroyar. Ætlanin var at hava eitt lið við kvinnum eisini, men skaðar og avboð gjørdu, at liðið varð tikið úr kappingini, skrivar Dartsamband Føroya.

Norðurlendskir meistarar í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping umframt ein samlaður vinnari fyri alla kappingina skulu finnast næstu dagarnar. 

Sambært Dartsambandinum er Svøríki favorittur til kappingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961