Trump: Veruligi dómurin kemur á forsetavalinum

Trump: Veruligi dómurin kemur á forsetavalinum
Nevningating hevur dømt fyrrverandi amerikanska forsetan sekan í øllum 34 ákærum í sonevnda hússj-málinum
Donald Trump sigur, at dómarin, rættarmálið og nevningatingið eru korrupt.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
31.05.2024 - 14:00

- Veruligi dómurin verður sagdur 5. novembur, og hann kemur frá fólkinum.

Tað segði fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at eitt nevningating í gjár hevði dømt hann sekan í øllum teimum 34 málunum, hann var ákærdur í, í sonevnda hússj-málinum.

Hann er dømdur fyri at hava falsað skjøl, fyri at fjala yvir eitt útgjald uppá 130 túsund dollarar - umleið 900 túsund krónur - til eina fyrrverandi porno-sjónleikarinnu, Stormy Daniels, undan forseta valinum í 2016.

 

Revsingin kemur 11. juli

Tað eru løgfrøðiligu dómararnir í málinum, sum skulu avgera, hvørja revsing Trump skal hava.

Tá Trump tosaði við miðlar beint eftir dómin, ákærdi hann bæði dómaran, rættarmálið og nevningatingið fyri at vera korrupt.

Hann segði, at veruligi dómurin kemur 5. novembur frá fólkinum, og sipaði til amerikanska forsetavalið, sum verður tá.

Revsingarásetingin verður 11. juli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV