Ísrael: Hótta at slíta samgonguna, um vápnahvíld verður

Ísrael: Hótta at slíta samgonguna, um vápnahvíld verður
Høgravíðgongdir ráðharrar hótta at fara úr samgonguni, um Netanyahu tekur undir við vápnahvíld
Itamar Ben-Gvir, trygdarráðharri í Ísrael.
Mynd: Ammar Awad/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2024 - 10:53

Tveir høgravíðgongdir ráðharrar í Ísrael hótta nú við at fara úr Knesset og harvið slíta samgonguna, um Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, tekur undir við vápnahvíldini við Gaza. Tað var amerikanski forsetin, Joe Biden, sum legði uppskotið um vápnahvíld fram fríggjadagin.

Bezalel Smotrich, fíggjarmálaráðharri, og Itamar Ben-Gvir, trygdarráðharri, hava sagt, at teir eru ímóti avtalum um vápnahvíld, fyrr enn Hamas er burturbeint.

Andstøðuleiðarin, Yair Lapid, hevur hinvegin lovað at stuðla stjórnini, um Netanyahu ger av at  taka undir við ætlanini um vápnahvíld.

Forsetin sjálvur heldur fast við, at talan verður ikki um nakra varðandi vápnahvíld við Gaza, fyrr enn herurin hjá Hamas og møguleikarnir hjá bólkinum at stýra Gaza eru burturbeindir - og at allir gíslar eru latnir leysir.

Tað skrivar bretska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770