Stoltenberg hitti amerikanska forsetan

Stoltenberg hitti amerikanska forsetan
Nato-aðalskrivarin kunnaði Joe Biden um, at 23 lond í verjusamgonguni nú røkka málinum at brúka í minsta lagi tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju.
Nato-aðalskrivarin hitti amerikanska forsetan í Hvítu húsunum í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.06.2024 - 10:50

Í gjárkvøldið okkara tíð hitti Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, amerikanska forsetan Joe Biden í Washington.

Stoltenberg kunnaði Biden um, at 23 lond í verjusamgonguni nú røkka málinum at brúka í minsta lagi tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju.

Eftir fundin segði Stoltenberg við fjølmiðlar, at tað er framvegis avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa, at USA er á evropiska meginlandinum. 

 

Evropa ger meira

Men evropearar gera nógv meira fyri felags trygdina, enn fyri bara fáum árum síðani, segði hann. 

- Evropearar standa á odda fyri stríðsbólkum í eystara parti av samgonguni. Tey hava styrkt tilbúgvingina hjá herdeildunum. Og tey hava styrkt Nato við sera dugnaligum finskum og svenskum herfólki, sum koma upp í okkara verjusamgongu, segði Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, við fjølmiðlar eftir fundin við Joe Biden, forseta.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450