Dan Brimsvík nýggjur venjari hjá 07 Vestur

Dan Brimsvík nýggjur venjari hjá 07 Vestur
Sáttmálin er galdandi til kappingarenda 2026
Jens Kristian Haraldsen, formaður í 07 Vestur, og nýggi venjarin, Dan Brimsvík.
 
25.06.2024 - 09:00

Dan Brimsvík er nýggjur høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.

Tað kunnger felagið í morgun.

Tað var í gjárkvøldið, at 07 Vestur avgjørdi at enda samstarvið við høvuðsvenjaran, Steffen Landro.

Felagið sigur, at avgerðin einki hevur við úrslitini hjá besta liðnum at gera, men tað er ein spurningur um, hvørja kós felagið skal fara.

Nú hevur felagið so sett fyrrverandi B36 venjaran Dan Brimsvík í starv.

Tað var 4. juni, at Dan Brimsvík gavst sum venjari hjá B36.

Sáttmálin millum 07 Vestur og Dan Brimsvík er galdandi til kappingarenda 2026.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391