Hava tamarhald á eldinum í danska skattamálaráðnum

Hava tamarhald á eldinum í danska skattamálaráðnum
Boðað var frá eldinum fyrrapartin.
Eldur var í tekjuni, har skattamálaráðið og íbúðir eru.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.06.2024 - 11:27

Tamarhald er á eldinum í bygninginum, har danska skattamálaráðið heldur til á Christianshavn í Keypmannahavn, og eftirsløkkingararbeiðið er byrjað.

Tað sigur átaksleiðarin hjá tilbúgvingini í høvuðsstaðnum, Tim Ole Simonsen, við danska TV2.

Boðað var frá eldrinum tíðliga fyrrapartin.

- Eldur var í tekjuni, har skattamálaráðið og íbúðir eru, sigur átaksleiðarin.

 

Fleiri eldsbrunar

Fleiri størri eldsbrunar hava verið í kendum bygningum í Danmark seinastu tíðina, men teir er í fyrstu syftu tilvildarligir, sigur Jens Kastvig, brunaserfrøðingur í felagnum fyri verkfrøðingar, IDA, skrivar Ritzau.

Hann leggur dent á, at tað er altíð vandi fyri, at eldur kann koma í ein bygning.

- Bygningurin Børsen í Keypmannahavn brann í apríl, eldur hevur verið í trimum bygningum hjá Novo Nordisk seinastu tíðina og nú í Skattamálaráðnum.

Umframt sjálvan eldin, hevur bygningurin eisini fingið vatnskaða. Tilbúgvingin kannar nú, hvussu stórir skaðarnir eru, skrivar danska TV2.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117