- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elias munurin í fyrra venjingardystinum ímóti Japan
Elias Ellefsen á Skipagøtu gekk á odda, tá Føroyar vunnu við einum málið á Japan í fyrra venjingardystinum landanna millum. Eftir trilvandi byrjan funnu føroyingarnir stevið í dystinum, sum endaði 30-29.
Føroyar byrjaðu við Paula Mittún, Róa á Skipagøtu og Vilhelm Poulsen í bakketuni, og fyrstu løtuna var álopsspælið eitt sindur trilvandi.
Tað revsaði heimaliðið, men so líðandi gekst betur, og tvær ferðir á rað funnu føroyingarnir Teis Horn Rasmussen, sum skoraði av strikuni.
Dysturin heldur óruddiligur miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og japanska leiðslan, sum eina løtu bert var eitt mál, vaks aftur upp í trý og fýra.
Elias Ellefsen á Skipagøtu kom á vøllin í tveimum umførum, og seinnu ferð eydnaðist væl at finna vengurnar. Hákun West av Teigum er ikki við í Japan, og hesa løtuna vísti Allan Norðberg, at hann framvegis hevur nógv at bjóða. Strandingurin skeyt fleiri mál, og javnaði til 13-13, tá ein minuttur var eftir av fyrra hálvleiki.
Uppaftur betur gjørdist tað, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu legði bóltin høgt til Kjartan Johansen, sum skoraði til hálvleikstøðuna 14-13.
Elias var munurin
Góða samstarvið millum føroyska spælskiparan og vengurnar helt fram beint eftir steðgin, og var tað ikki fyri japanska málverjan, hevði munurin vaksið nógv hesa løtuna.
Føroyski yvirlutin var kortini stórur, og í Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum nú spældi allar minuttirnar, høvdu Føroyar í serflokki besta spælarin á vøllinum.
Kiel-spælarin stýrdi føroyska álopsspælinum, og var sannførandi frá brotskastsblettinum, hvørja ferð hann fekk møguleikan. Tað hevði við sær, at føroyingarnir høvdu eina trý ella fýra máls leiðslu meginpartin av seinna hálvleiki.
Heimaliðið nærkaðist síðstu 10 minuttirnar - Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kjartan Johansen fingu báðir tveir minuttir - men tá japanarar minkaðu um munin til 30-29, vóru bert 10 sekund eftir, og Føroyar vunnu tí fyrra venjingardystin.
Japan - Føroyar, 29-30 (13-14)
Málskjúttar hjá Føroyum: Allan Norðberg 7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (4), Leivur Mortensen 3, Teis Horn Rasmussen 3, Vilhelm Poulsen 3, Kjartan Johansen 2, Rói Berg Hansen 2, Rói á Skipagøtu 1, Jónas Gunnarson Djurhuus 1, Bjarni í Selvindi 1