Føroya Banki lænir 300 milliónir úr Norðurlendska íløgubankanum

Føroya Banki lænir 300 milliónir úr Norðurlendska íløgubankanum
Endamálið við hesum avtalum er at veita lán til húsarhald og fyritøkur og til umhvørvisverkætlanir í Føroyum og Grønlandi
Hetta er triðja lánsavtalan, sum Føroya Banki hevur gjørt við Norðurlendska íløgubankan. (Savnsmynd)
 
05.07.2024 - 08:29

Norðurlendski íløgubankin og Føroya Banki hava undirskrivað triðju lánsavtaluna.

Hon er 300 mio.kr., sum Føroya Banki lænir frá Norðurlendska íløgubanknanum.  

Endamálið við hesum avtalum er at veita lán til húsarhald og fyritøkur og til umhvørvisverkætlanir í Føroyum og Grønlandi.

Treytirnar eru, at Føroya Banki lænir pening til viðskiftafólk í Føroyum og Grønlandi, við tí endamáli at styrkja handilsligar møguleikar hjá smáum og miðalstórum fyritøkum. 

Harumframt er endamálið at geva burðardyggum loysnum hjá privatkundum og vinnukundum lán.

Norðurlendski íløgubankin og Føroya Banki gjørdu eisini slíkar atalur í 2014 og 2021.

Norðurlendski íløgubankin er altjóða fíggjarstovnur, sum átta limalond eiga. 

Tey eru Norðurlond og Baltalondini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952