EM í fótbólti: Risar bresta saman

EM í fótbólti: Risar bresta saman
Risar bresta saman í fjórðingsfinalunum í EM-endaspælinum í Týsklandi, sum verða í dag. Vertirnir spæla ímóti Spania seinnapartin, og Frakland og Portugal hittast í kvøld
Dysturin ímóti Fraklandi kann gerast seinasti EM-dysturin hjá 39 ára gamla Cristiano Ronaldo
Mynd: Javier Soriano/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.07.2024 - 14:55

Fótbóltsrisar bresta saman í fyrstu fjórðingsfinalunum í EM-endaspælinum í Týsklandi, sum verða spældar í dag.

Týsku vertirnir spæla ímóti Spania í Stuttgart seinnapartin, og í Hamburg bresta Frakland og Portugal saman í kvøld. Kringvarpið vísir seinna dystin klokkan 20:00.

 

Royndi Kroos ímóti fesku sponsku álopsmaskinuni 

Týskland hevur staðið seg væl higartil. Einasta minusið í karakterbókini higartil er javnleikurin ímóti Sveis í triðja dystinum í bólkaspælinum. Í áttandapartsfinaluni sendi Die Mannschaft Kasper Hjulmand og Danmark úr kappingini, og heimaliðið - við Toni Kroos sum dirigenti á miðvøllinum - fer at royna at gera tað sama ímóti Spania.


Nico Williams (t.h) og bert 16 ára gamli Barcelona-vongurin, Lamine Yamal, hava staðið fyri besta álopsspælinum í EM-endaspælinum. MYND: Wolfgang Rattay/Reuters/Ritzau Scanpix


Tað verður óivað ein torfør uppgáva. Spania er einasta landið, sum hevur vunnið allar sínar dystir higartil, og við Nico Williams og bert 16 ára gamla Lamine Yamal á odda, hava spaniólar helst víst besta og vakrasta fótbóltsspælið í hesum endaspælinum.  

 

Stórstjørnurnar hittast

Kylian Mbappé og Cristiano Ronaldo eru saman við Lionel Messi størstu fótbóltsstjørnurnar yvirhøvur. Ikki nóg mikið við tí; portugisiski framherjin er stóra fyrimyndin hjá franska úrmælinginum, men bert ein av teimum sleppur at halda fram í kappingini. 


Cristiano Ronaldo er stóra fyrimyndin hjá grímuklædda Kylian Mbappé. Í kvøld kann franski framherjin senda portugisan úr kappingini. MYND: Kenzo Tribouillard/AFP/Ritzau Scanpix 

 

Hvør skal halda fram og hvør skal heim verður greitt í kvøld, tá Frakland og Portugal spæla í Hamburg. Við Didier Deschamps á síðulinjuni er Frakland nærum ógjørligt at skora ímóti, men álopsspælið hevur ikki riggað væl higartil. Les Bleus hava bert fingið trý mál í kappingini; tvey teirra hava verið sjálvmál. 

Cristiano Ronaldo hevur einki mál skotið enn. Hann fekk kjansin frá brotssparksblettinum ímóti Slovenia, men Jan Oblak bjargaði. Í brotssparkskappingini seinni í dystinum var superstjørnan úr Al Nassr kortini trygg, og Diogo Costa tók sær av øllum trimum skotunum frá slovenum.

Í kvøld er brotssparkskapping neyvan heilt ósannlík.

 

EM-fjórðingsfinalur:

Kl. 17:00 Spania - Týskland
Kl. 20:00 Portugal - Frakland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839