Rudolf í Vindagnum: Einki kann sum tónleikur sameina fólk

Rudolf í Vindagnum: Einki kann sum tónleikur sameina fólk
Rudolf Joensen, tónleikari, fyrrverandi lærari og gekkavertur er vertur í Vindagnum. Rudolf hugleiðir eitt nú um minniligar løtur, har tónleikur knýtti fólk saman
Rudolf Joensen er vertur í triðja parti av Vindagnum
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.07.2024 - 14:48

Vertur í Vindagnum hesa ferð er Rudolf Joensen, tónleikari, fyrrverandi lærari og gekkavertur.

Rudolf Joensen var føddur í 1953 og vaks upp í Klaksvík. Børnini vóru fyri tað mesta í sínum grannlagi og kendu als ikki tey, ið búðu aðrastaðni í býnum. 

Skúlin var øðrvísi tá. Virðingin fyri lærarunum var stór og disiplinin hørð. Kom tað fyri, at tú var ov seinur, bleiv tú sendur oman í stovu 105 at skriva: “Sein kúgv fær skitið gras” einar 30 ferð. Var so illa statt, at tú hevði verið ólátaður, vóru aftur boð eftir tær í stovu 105. Tá skuldi skrivast: “Søtur er sjálvgivin biti.” 

 

 

Dýrdarløtur í Russlandi

At tónleikur kann sammeina fólk tvørturum landamørk og mentanir, sannaði Rudolf Joensen á 20. hædd í einum íbúðarblokki í Moskva, har sonurin, sum var í lestrarørindum, búði hjá lokalari familju. Hann og sonurin høvdu válað í býnum allan dagin, og Rudolf var vorðin nakað eymur um føturnar.  
 
Sonurin og drongurin í húsinum skuldu á eina veitslu hetta kvøldið, og tá skipaðu mamman og omman í íbúðini so fyri, at Rudolf fekk fótabað. Hon setti baljuna á gólvið, sletti nakrar svalandi salvur í og bað føroyingin fara úr buksunum og lyfta beinini í baljuna.
 
Meðan hann sat har, bar Rudolf eyga við ein gittar. Hann fekk ljóðførið upp í hendurnar og fór at spæla.  Fyrst teir fáu russisku, hann dugdi. Síðani royndi hann seg við ymsum føroyskum, eitt nú Rasmus hjá Birna Dam. Tað vísti seg, at Rasmus var ógvuliga væl móttikin í Moskva. Rudolf sang og russisku kvinnurnar murraðu hugagóðar. 
 
Rudolf hevði lagt til merkis, at tað mesta í Russlandi er í moll. Sjálv fólkasálin er í moll. Hetta fekk hann at hugsa um sangin Papirsklip hjá Kim Larsen, sum eisini er í moll. Væl var valt, tí russisku kvinnurnar tóku sangin til sín, sungu og blivu rørdar. 
 
Tá dreingirnir komu aftur í íbúðina, vóru teir heilt ovfarnir av góðu samanrenningini, sum var millum føroyingin og russisku kvinnurnar. Hesa løtuna sannaði Rudolf, at einki kann sum tónleikur sameina fólk. 


Triði partur av Vindagnum

Rudolf Joensen er vertur í triðja parti av Vindagnum, har hann millum annað hugleiðir um disiplin í fólkaskúlanum, at geva børnum ábyrgd og hvussu tónleikur kann nýta fólk saman.

Tú kanst hoyra triðja partin her

Tónleikur, sum Rudolf hevur valt til sendingina:

  1. Leroy Van Dyke - Walk on By
  2. Choir of the Don Cossacks - Moscov Nights
  3. Kim Larsen - Papirsklip
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995