Biden hittir Keir Starmer í morgin

Biden hittir Keir Starmer í morgin
Nýggi bretski forsætisráðharrin er í Washington í sambandi við fyrireikingarnar til Nato-toppfundin
Fyrsta uttanlandsvitjanin hjá nýggja bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, er í USA.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.07.2024 - 09:10

Amerikanski forsetin Joe Biden tekur í morgin ímóti nývalda bretska forsætisráðharranum Keir Starmer, sum er í Washington í sambandi við fyrireikingar til Nato-toppfundin. 

Tað siga Hvítu húsini.

Biden verður eisini vertur saman við ukrainska forsetanum Volodymyr Zelensky á einum tiltaki í sambandi við Nato-toppfundin, sigur talsmaðurin fyri amerikanska trygdarráðið, John Kirby.

Nato-toppfundurin verður í Washington í dag og til hósdagin, og er partvíst eisini hátíðarhald fyri 75 ára stovningardagin hjá norðuratlantisku verjusamgonguni.

 

Løgmaður ynskir til lukku

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur, ynskt nývalda bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, og Labourflokkinum til lukku við valinum.

Í brævinum, sum varð sent Keir Starmer í gjárkvøldið, sigur løgmaður millum annað, at Føroyar virðismeta góða sambandið við Bretland; at Føroyar síggja virðið í góða sambandinum í hesum geopolitisku broytingartíðum og óvissu, og týdningin av búskaparliga samstarvinum millum londini.

Økt samstarv millum londini kann vera við til at styrkja um støðufesti og framburð í Norðuratlantshavi.

At enda í brævinum bjóðar Aksel V. Johannesen Keir Starmer til tvílandasamtalu, so skjótt sum tað liggur fyri hjá Keir Starmer.

Sí brævið til Keir Starmer her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037