Demokratiski senatsleiðarin stuðlar Joe Biden

Demokratiski senatsleiðarin stuðlar Joe Biden
Fleiri demokratar i senatinum siga seg ivast í, um Biden er førur fyri at røkja forsetaembætið fýra ár aftrat
Joe Biden, forseti, fær stuðul frá demokratiska leiðaranum í senatinum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.07.2024 - 08:41

Leiðarin hjá Demokratunum í amerikanska senatinum, Chuck Schumer, stuðlar framvegis Joe Biden sum forsetavalevni hjá flokkinum á valinum í novembur.

Tað segði hann, sambært Politico, á veljarafundi í gjár.

- Sum eg áður havi sagt: Eg eri við Joe, segði hann, tá hann var spurdur, hvat skuldi gerast, til tess at vinna á Donaldi Trump á forsetavalinum.

Hann vildi tó ikki siga meira um, hvat hann helt um, at Joe Biden stillar uppaftur, skrivar miðilin.

Sambært Politico hava eingir demokratar í senatinum alment biðið Joe Biden taka seg úr valstríðnum, men fleiri hava sagt seg ivast í, um hann er førur fyri at røkja forsetaembætið fýra ár aftrat, eftir nógv umrødda kjakið við Donald Trump fyri stuttum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037