Føroya Tele: Trupulleikarnir við 5G-netinum eru byrjunartrupulleikar

Føroya Tele: Trupulleikarnir við 5G-netinum eru byrjunartrupulleikar
Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele, verjir seg við, at tað eru byrjunartrupulleikar sum gera, at 5G-netið roynist so illa, at KVF hevur vrakað tað til ólavsøkudekningin
Mynd: Savnsmynd  
 
25.07.2024 - 20:08

"Talan er um byrjunartrupulleikar," sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, nú nýggja 5G-netið roynist illa. 

Tað var miðskeiðis í aprílmánaði, at 5G netið varð tendrað. Tá varð lovað, at nýggja farnetið frá Ericsson fór at geva størri kapasitet, hægri ferð og betri ljóðgóðsku. Men nú, tríggjar mánaðir seinni, eru enn eingir batar at hóma.

Tvørturímóti elvir nýggja tøknin til trupulleikar, sum eitt nú Kringvarp Føroya stríðist við í samband við at senda beinleiðis frá kappróðrinum. So illa roynist netið, at KVF hevur vrakað 5G-netið til dekningin á ólavsøku, ásannar Dánjal Tavsen, leiðandi framleiðari í Kringvarpi Føroya. 

Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele, lovar batar, og at nýggja 5G-netið bara skal stillast betur inn, so verður alt betri. 

1687633

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502