Flott mál og góðkent avrik

Flott mál og góðkent avrik
Føroyar fingu fyrsta stigið í hesari HM-undankappingini við javnleiki móti Kasakstan
 
11.10.2013 - 20:52

Tað er sjálvdan at føroyska landsliðið í fótbólti fer av vøllinum, og heldur seg skulu hava fingið meira burtur úr enn javnleik. Men soleiðis var í kvøld. Føroyar høvdu størstu málmøguleikarnar, men fingu bert tað eina málið.

Málið var eitt av teimum flottastu, sum Føroyar nakrantíð hava skorað. Nakað væl uttan fyri brotssteigin royndi Hallur Hansson seg við langskoti, og tað sat uppi í horninum. Føroyar á odda 1-0 í hálvleikinum.

Kasakstan skapti næstan ongar málmøguleikar í øllum dystinum, og tað er langt síðani, at føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, hevur verið so arbeiðsleysur.

Men tann eini varð nóg mikið, tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Kasakstanar javnaðu til 1-1, og tóktust nøgdir við tað úrslitið.

Tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum komu Føroyar til fleiri møguleikar, tann eini av teimum var risastórur, men tað eydnaðist ikki Páll Klettskarð at fáa skot á.

Dysturin endaði 1-1, og Føroyar fingu fyrsta stigið. Samanumtikið var føroyska avrikið gott. Allir leikararnir høvdu ein góðan dyst, og kempaðu fyri sakini. Millum bestu leikararnir vóru málskjúttin, Hallur Hansson, og teir báðir í vinstru síðu, Viljormur Davidsen og Pól Johannus Justinussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187