Aðalorðaskifti um harðskap í parløgum og nærsambondum

Aðalorðaskifti um harðskap í parløgum og nærsambondum
Í heildarætlanini, sum orðaskifti verður um, eru 20 átøk
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, leggur frágreiðingina fram á næsta tingfundi.
 
22.08.2024 - 08:13

Fyrsta aðalorðaskiftið í hesi tingsetuni verður týsdagin 3. september.

Tá fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um heildarætlanina um harðskap í parløgum og nærsambondum, sum er fyri tíðarskeiðið 2023 til 2028.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum leggur frágreiðingina fyri løgtingið á næsta tingfundi, sum verður 29. august. 

Heildarætlanin er tó ikki heilt nýggj. Hon varð handað landsstýriskvinnuni 28. august í fjør. 

Í heildarætlanini um harðskap í parlagi og nærsambondum 2023-2028 eru 20 átøk, sum byggja víðari á royndirnar frá fyrru heildarverkætlanum á økinum, á royndir úr virkseminum í Kvinnuhúsinum og á royndir frá arbeiði við harðskapi uttanlands.

Heili fýra landsstýrisfólk - umframt ein politiskur fylgibólkur og embætisfólk - vóru partur av hesi heildarætlan, sum also var liðug fyri einum ári síðani og nú verður løgd fyri løgtingið til aðalorðaskifti.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763