Tríggjar nýggjar ráðharrastovur í donsku stjórnini

Tríggjar nýggjar ráðharrastovur í donsku stjórnini
Yvirborgarstjórin í Keypmannahavn verður nýggjur almanna- og bústaðarmálaráðharri, og Pernille Rosenkrantz-Theil fer nú at royna at gerast nýggjur yvirborgarstjóri
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, var fyrrapartin hjá kongi við ráðharrunum, nú hon hevur umskipað stjórnina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.08.2024 - 10:34

Danska stjórnin er umskipað.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kunngjørdi fyrrapartin nøvnini á teimum, sum vera ráðharrar í nýggju ráðharrastovunum, sum eru skipaðar.

Men tíðindini, sum vekja størstan ans sambært danska kringvarpinum, eru, at yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Sophie Hæstorp Andersen, verður nýggjur almanna- og bústaðarráðharri.

Pernille Rosenkrantz-Theil fer úr hesum ráðharrasessinum, og fer nú at royna at gerast yvirborgarstjóri í Keypmannahavn eftir næsta kommunuval. 

 

Tjóðartrygd og tilbúgving

Torsten Schack Pedersen, sum hevur verið framsøgufólk í Vinstraflokkinum, verður ráðharri fyri tjóðartrygd og tilbúgving, sum  er nýggj ráðharrastova.

Jeppe Bruus, sum hevur verið skattamálaráðharri, skal fremja víðfevndu og framsóknu avtaluna, um at gera Danmark umhvørvisvinarligari, í verki. Hetta er eisini ein nýggj ráðharrarstova.

Avtalan ber í sær, at 390.000 hektarar av landbúnaðarjørð verða gjørdir til skóg og náttúru. Avtalan ber eisini í sær, at framleiðslan hjá matvøru- og landbúnaðinum skal leggjast um.

Og so fær Danmark aftur ein evropamálaráðharra. Tað verður fyrrverandi javnstøðumálaráðharrin, Marie Bjerre.

Hon skal fyrst og fremst fyrireika Danmark at taka við formansskapinum í ES. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949

Annað frá KVF