- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hunter Biden játtar seg sekan í sviki í skattmáli
Hunter Biden, sonur amerikanska forsetan Joe Biden, hevur í nátt játtað seg sekan í stórum skattamáli um svik fyri 1,4 milliónir dollarar.
Tað svarar til slakar 9,4 milliónir krónur.
Hunter Biden játtaði seg sekan í øllum níggju ákærunum í stóra skattamálinum.
Hunter Biden hevur sambært ákærunum latið vera við at goldið 1,4 mió. dollarar í skatti frá 2016 til 2019.
Kann fáa 17 ára fongsulsrevsing
Hann kann fáa upp í 17 ára fongsul, skrivar danska kringvarpið.
Revsingin verður 16. desember.
Amerikanska løgmálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at revsingin í slíkum málum vanliga er minni enn hámarksrevsingin.
Sonur forsetan hevur fyrr tvíhildið um, at hann er ósekur, og tí kom tað óvart á amerikanskar miðlar, at hann nú játtar seg sekan.
Í juli var Hunter Biden dømdur í einum øðrum rættarmáli. Hann var funnin sekur í at keypa vápn á ólógligan hátt. Tað málið hevur hann kært.