Á Breddanum: Slit í sáttmálasamráðingum og búskaparfrágreiðingin

Á Breddanum: Slit í sáttmálasamráðingum og búskaparfrágreiðingin
Tvey evni eru í sendingini í dag
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Anita Fuglø, leiðari í KAF.
 
06.09.2024 - 09:04

Semingsstovnurin hevur givið skarvin yvir í semingsroyndini millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.

Men enn er ógreitt, um verkfall ella verkfall verður lýst.

Arbeiðstíðarreglur tykjast at vera høvuðsraðfestingin hjá Maskinmeistarafelagnum, men hvat snúgva hesar reglur seg um, og hví hava tær so stóran týdning hjá maskinmeistarunum?

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, vera í útvarpsstovuni.

Røringur er komin í politisku skipanina, eftir at Búskaparráðið fyrr í vikuni legði heystfrágreiðingina fram.

Árni Gregersen og Beinta Løwe, politiskir eygleiðarar, koma í útvarpsstovuna at viðgera politisku støðuna.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870