Lettland - Føroyar: Somu menn frá byrjan

Lettland - Føroyar: Somu menn frá byrjan
Allir 11 spælararnir, sum spældu ímóti Norðurmakedónia leygardagin, hava fingið afturval frá landsliðsvenjaranum, Håkani Ericson, til dystin ímóti Lettlandi í dag
 
10.09.2024 - 15:29

Allir spælararnir, sum byrjaðu inni í Nations League-dystinum ímóti Norðrumakedónia, hava fingið afturval til útidystin ímóti Lettlandi í dag.

Tað merkir, at Bárður á Reynatrøð verjir málið, og Viljormur Davidsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi og Jóannes Kalsø Davidsen manna verjuna.

Á miðvøllinum eru Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Hanus Sørensen og Meinhard OIsen, og Jóan Símun Edmundsson er í álopinum.

 

240910_ELI

 

 - Tað liðið, sum byrjaði ímóti Norðurmakedónia, gjørdi tað øgiliga væl, og tí eru vit komnir til ta niðurstøðu, at vit byrja við teimum somu, sigur føroyski hjálparvenjarin, Eli Hentze.

 - Men vit sóu hendan dagin, at tað vóru brúk fyri nýggjum kreftum, sum dysturin leið, og tað kemur tað eisini at vera í dag, so vit kunnu vænta, at nakrir av teimum, sum spældu nógv (leygardagin, red.), ikki koma at spæla allan dystin í dag.

Útskiftingar eru treytaðar av dystargongdini, sigur Eli Hentze, men mest sannlíkt koma tær fyrstu, tá ein tími er spældur ella so.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391