Føroysku telvararnir fingu góða byrjan á talvolympiaduni

Føroysku telvararnir fingu góða byrjan á talvolympiaduni
Fyrsti dysturin endaði við 3-1 sigri á karibisku oynni Santa Lucia. Í dag er mótstøðan ein heilt onnur
Føroysku telvararnir í Budapest.
 
12.09.2024 - 08:49

Føroyska talvlandsliðið byrjaði í gjár væl á talvolympiaduni, sum er í Budapest.

Fyrsti dysturin endaði við 3-1 sigri á karibisku oynni Santa Lucia, sum bara fyri aðru ferð er við á talvolympiadu.

Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol vunnu síni talv, men heldur óvæntað tapti Helgi Dam Ziska á fyrsta borði.

Í dag er mótstøðan ein heilt onnur, tí Føroyar telva ímóti Turkalandi, sum er styrkismett sum nummar 14 í kappingini, og hevur stórmeistarar á øllum borðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961