Gunnar víðari í DM

Gunnar víðari í DM
Í dag megnaði Gunnar Hjelm at koma viðari í tveimum flokkum, +50 og +60 ár, í DM-kappingini í bodybuilding.
Gunnar Hjelm (vinstrumegin) kom í dag víðari í DM í bodybuilding í tveimum flokkum
Mynd: Siv Gunnarsdóttir Hjelm  
 
14.09.2024 - 17:32

59 ára gamli vágbingurin, Gunnar Hjelm, er um vikuskiftið við í kappingini um danska meistaraheitið í bodybuilding.

Hann hevur fyrireikað seg væl, tí síðstu fimm vikurnar hevur hann verið í Kjøpinhavn, har hann miðvíst hevur vant fram ímóti kappingini.

Gunnar, sum er næstelstur av teimum tilsamans 81, ið kappast, er bæði við í master-flokkinum +50 ár og +60 ár. Tað kann hann, tí hann seinni í ár fyllir 60.

Í dag hevur Gunnar kappast innleiðandi í báðum flokkum og kom so syngjandi víðari til sjálva DM-kappingina, tí hann bleiv næstbestur í +60 ár og triðbestur í +50 ár.

Tað vil siga, at hann í morgin aftur verður at síggja á pallinum í kappingini, sum er í Herning Kongresscenter.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360