Gunnar ætlar at kappast meira

Gunnar ætlar at kappast meira
Hóast Gunnar Hjelm var næstelstur av teimum 81, ið kappaðust til DM í bodybuilding, ætlar hann ikki, at hetta skal vera seinasta kappingin hjá sær í bodybuilding.
Gunnar Hjelm fegnast um, at bodybuilding er í framgongd í Føroyum, og fleiri góðir íðkarar eru ávegis
Mynd: Siv Gunnarsdóttir Hjelm  
 
15.09.2024 - 15:47

59 ára gamli vágbingurin Gunnar Hjelm vann í morgun silvur í DM-kappingini í bodybuilding í Masters-flokkinum +60 ár og vann fjórða pláss í flokkinum +50 ár.

Gunnar heldur, at ein orsøk til, at hann ikki kom heilt upp á ovasta trinið á sigurspallinum, var fyrireikingartíðin hjá sær, tí hann skuldi missa so nógv kilo eftir so stuttari tíð.

Hóast Gunnar sum sagt fyllir 60 um tveir mánaðir, so er hann framvegis svangur eftir at kappast og ætlar ikki, at hetta skuldi vera hansara seinast kapping. Men hann fegnast um, at bodybuilding er í framgongd í Føroyum, og fleiri góðir íðkarar eru ávegis.

Gunnar ásannar, at bodybulding er ein ítróttagrein, har tú fyri ein stóran part ert einsamallur um tað, sum tú gert, men tað vil so siga, at gongst væl, kann hann bara takka sær sjálvum, og gongst minni væl, er eingin annar at skylda uppá.

Hoyr samrøðu við Gunnar Hjelm í útvarpstíðindunum:

2024-09-05-Gunnar-Hjelm
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961