Revsimál um hvítvask í rættinum í dag

Revsimál um hvítvask í rættinum í dag
Tveir menn úr Danmark eru ákærdir. Teir høvdu 20.000 kr. við sær hvør, tá teir vóru á veg av landinum
Føroya rættur.
 
16.09.2024 - 08:49

Føroya rættur viðger eitt revsimál um hvítvask í dag.

Tveir menn úr Danmark eru ákærdir. Teir vóru tiknir á flogvøllinum á veg av landinum.

Teir høvdu góðar 20.000 kr. við sær hvør.

Politiið heldur, at pengarnir stava frá ólógligum virksemi.

Menninir vóru bara nakrar heilt fáar dagar í Føroyum.

Teir nokta seg sekar.

 

Onnur ferðin, at grein um hvítvask verður brúkt

Hetta er aðru ferð, at grein 290a í revsilógini verður roynd í Føroya rætti. 

Grein 290a sigur, at fyri hvítvasking verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til eitt ár og 6 mánaðir, sum leggur um ella flytur pening, ið beinleiðis ella óbeinleiðis er vinningur av revsiverdum lógarbroti, til tess at krógva ella káva út yvir tann ólógliga upprunan.

Í hinum málinum fekk ein maður úr Niðurlondum 40 daga treytaða revsing í fjør summar.

Hann hevði stívar 44.000 krónur við sær. Hann var vístur av landinum í trý ár.

Maðurin var einsmallur í Føroyum sum ferðamaður. Hann var her í 14 dagar, og hann játtaði seg sekan.
   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329