FM í vegsúkkling: Tveir ímóti einum á Sandoynni

FM í vegsúkkling: Tveir ímóti einum á Sandoynni
Helgi Winther Olsen og Niklas Hallgren Niclassen úr Fjallasúkklufelagnum samstarvaðu væl og endaðu á 1. og 2. plássi, tá føroyameistaraheitið í vegsúkkling var á Sandoynni
16.09.2024 - 16:14

Tað vóru tveir ímóti einum, tá súkklað var um føroyameistaraheitið í vegsúkkling á Sandoynni.

Liðfelagarnir úr Fjallasúkklufelagnum, Helgi Winther Olsen og Niklas Hallgren Niclassen, arbeiddu saman fyri at sleppa av við Paula Poulsen úr Norðstrok, og tað eydnaðist tíðliga á 102 kilometra langa teininum. 

Helgi Winther Olsen fór undan mestsum beinanvegin, men seinni bíðaði hann eftir Niklas Hallgren Niclassen, tá hesin setti ferð á á veg niðan úr Dali og Pauli Poulsen ikki kláraði at fylgja við.

Teir báðir úr Fjallasúkklufelagnum kundu nú skiftast um at hála, meðan Pauli Poulsen mátti stríðast ímóti brekkunum og vindinum einsamallur, og tí vaks munurin upp í eitt gott korter.

Helgi Winther Olsen, sum í summar hevur vunnið FM í bæði triathlon og einkultstarti, tryggjaði sær eisini gullið í vegsúkklingini við einum góðum endaspurti á málinum í Skálavík.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483