"Javnvágin millum online- og offline-lívið er týdningarmikil"

"Javnvágin millum online- og offline-lívið er týdningarmikil"
Hilda Bolstad Mortensen skrivaði í summar BA-ritgerð í sálarfrøði um, hvussu talgildu miðlarnir ávirka sinnið hjá okkum.
 
22.09.2024 - 17:02

- Tað er týdningarmikið at finna javnvág millum veruliga og talgilda lívið. Tí hóast tað eru nógvir sálarligir fyrimunir við talgildu miðlunum, so ávirkar tað okkara atferð í vanliga "offline-lívinum".

Tað sigur Hilda Bolstad Mortensen, sum í summar gjørdist bachelorur í sálarfrøði. Endaliga ritgerðin snúði seg um, hvussu talgildu miðlarnir ávirka sinnið hjá okkum. 

Hilda Bolstad Mortensen er gestur í nýggjasta partinum av Credo, har hon greiðir nærri frá ritgerðini. 

 

Tøkni- og miðlaskeptikari

Áðrenn Hilda fór í holt við at skriva endaligu ritgerðina, var hon ein sokallaður miðlaskeptikari. Men við ritgerðini komu eisini positivar avleiðingar undan kavi. Serliga var Hilda áhugað í at kanna nærri, hvussu talgildu miðlarnir ávirka børn og ung.

- Við ritgerðini sóu vit, at talgildu miðlarnir als ikki bara hava negativar avleiðingar fyri børn og ung. Á talgildu miðlunum læra vit eisini sosialar førleikar á netinum, og vit kunnu fáa nýggjar vinir um allan heim. 

Kortini hava talgildu miðlarnir ávirkað, hvussu vit varðveita og viðlíkahalda sosialar relatiónir sum vaksin, og ikki minst hava talgildu miðlarnir ávirkað spælimentanina hjá børnum. 

- Í dag eru talgildir miðlar ein nátúrligur partur av gerandisdegnum. Og tí er tað eisini ein nátúrligur partur av spælimentanini hjá børnunum. Á sosialu miðlunum er ferðin høg, og har er ein ørgrynna av stimuli. Og tað kann tí skjótt kennast keðiligt, tá vit eru til staðar í vanliga lívinum. Kanska serliga, tá børn skulu spæla. Tí tað tekur tíð at uppbyggja spælið, sigur Hilda.

 

Javnvágin er týdningarmiklast 

Tað týdningarmiklasta er at finna eina javnvág, heldur Hilda. Tí í vanliga lívinum læra vit nógv um okkum sjálvi, um okkara kenslur og um sosialar relatiónir. Og so er tað eisini sunt at keða seg, vísir Hilda á. 

- Tað er týdningarmikið, at tað er javnvág millum títt "offline-lív" og títt "online-lív". Tað gongur skjótt á talgildu miðlunum, og tað er spennandi. Har er eitt hav av stimuli og møguleikum. Spælið í vanliga lívinum kann taka tíð, og tað kann krevja fantasi, men tað er her, vit eitt nú læra at seta okkum inn í støðuna hjá hvørjum øðrum, sigur Hilda.

Tú kanst hoyra Hildu greiða frá fleiri áhugaverdum úrslitum úr ritgerð sínari um talgilda menniskjað í nýggjasta partinum av Credo, sum er tøkur á KVF Ljóð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205