Írar um makrelin: ES rennur ørindi fyri Føroyar og Ísland

Írar um makrelin: ES rennur ørindi fyri Føroyar og Ísland
Írski fiskimálaráðharrin er í øðini um uppskotið frá ES at lata Føroyum 12 prosent av kvotuni. Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, sigur, at hon vil ikki hava makrelkríggj
 
18.10.2013 - 07:35

ES-landið Írland er harðliga ímóti uppskotinum hjá ES um at lata Føroyum 12 prosent av makrelinum næsta ár og Íslandi 11,9 prosent.

Írski fiskimálaráðharrin, Simon Coveney, sigur við írska kringvarpið, at uppskotið er hvørki rættvíst ella rímiligt. ES átti heldur at vart áhugamálini hjá Írlandi, enn at renna ørindi fyri Føroyar og Ísland, heldur ráðharrin.

Endurskoða uppskotið

Simon Coveney mælir ES til at endurskoða uppskotið. Hann leggur eisini dent á, at Norra er við, um ES ger álvara av at fáa uppskot sítt framt, so ES og Norra saman taka á seg avleiðingarnar av tí.

Simon Coveney sigur, at hann hevur tosað við Mariu Damanaki, og hon lovaði at dagføra uppskotið fyri fundin hjá strandarlondunum um makrel. Tann fundurin verður í London mikudagin í næstu viku. Ráðharrin roynir eisini at fáa starvsfelagar sínar í øðrum fiskiveiðitjóðum í ES, Bretlandi, Skotlandi og Spania, at taka undir við sær.

Írland fer av øllum alvi at stríðast fyri, at ein avtala um makrel fer at tryggja áhugamálini hjá ES og Írlandi, sigur ráðharrin.

Sambært BBC hevur skotski fiskimálaráðharran, Richard Lochhead, boðið seg fram at umboða Bretland í komandi fiskivinnusamráðingum, tí bretski ráðharrin, George Eustice, er spildurnýggjur í starvinum og tí óroyndur. Hann gjørdist fiskimálaráðharri í síðstu viku.

Vil ikki hava makrelkríggj

Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, segði seg vera eitt vet bjartskygda, tá hon á tíðindafundi í Brússel í gjár varð spurd um makrelin og fundin í London í næstu viku. Maria Damanaki segði, at eingin vil hava makrelkríggj, og tí verður roynt at finna semju.

Men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís. ES noyðist at verja síni áhugamál. Tí fer ES at tosa við Norra, men eisini við hini strandarlondini. Maria Damanaki sigur, at hon hevur tosað við ráðharrarnar í ES um makrelin. Og hon sigur seg vera eitt sindur bjartaskygda, Arbeiða vit saman, vinna vit á mál, segði hon í gjár.

Norra hevur ikki enn boðað frá, hvat nýggja stjórnin har heldur um uppskotið hjá ES um 12 og 11,9 prosent til Føroya og Ísland. Heldur ikki íslendski fiskimálaráðharrin hevur sagt sína hugsan alment um uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974