Skúvoy verndarøki

Skúvoy verndarøki
Skúvoy skal vera fyrsta oyggj í landinum sum gerst verndarøki. Tað eru Skúvoyar kommuna og hagastýrini í oynni, sum ætla tað
Skúgvoy skal møguliga vera verndarøki
 
06.10.2024 - 14:31

Tey hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja oynna við heimild í Náttúruverndarlógini.

- Tað er neyðugt at gera meira fyri at verja fuglin móti vaksandi ferðafólkatalinum, sigur Harry Jensen, kommunustýrislimur og formaður í ramsarnevndini fyri Skúvoy.

Fríggjadagin 25. oktober verður borgarafundur í Skúvoy um møguligt verndarøki.

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini.

Skúvoy hevur serliga náttúru og er frammanundan eitt ramsar-verndarøki við altjóða týdningi fyri fugl.

Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Skúvoy verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við í viðgerðini av verndarøkinum. Tí verður m.a. skipað fyri almennum fundi.

Áðrenn endalig verndarkunngerð verður orðað, ger Umhvørvisstovan eina verndarætlan við týdningarmestu avleiðingunum, sum økisverndin kann væntast at fáa.

Í hesum sambandi vil Umhvørvisstovan fegin hoyra frá øllum, sum hava eina vitan, sum kann hava týdning fyri verndina av Skúvoy.

 

1700819

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303