Fiskamarknaðurin: Vænta ikki nógvan útróður

Fiskamarknaðurin: Vænta ikki nógvan útróður
Fimm frystilínuskip royna undir Føroyum í løtuni
Streymurin hjá útróðrarbátum kann brúkast, men veðurvánirnar eru ikki góðar fyrst í vikuni. (Savnsmynd)
 
07.10.2024 - 08:41

Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður í vikuni.

Streymurin kann brúkast, men veðurvánirnar eru ikki góðar fyrst í vikuni, men batna sum vikan líður.

Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar. Tað fiskar hýsu fyri tað mesta og nakað av toski. Hitt ísfiskalínuskipið liggur.  

Fimm frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Ísland, eitt í NEAFC-øki, eitt er við Grønland og eitt er á Flemish Kap. 

Tey fiska tosk, longu, brosmu og svartkalva.  

 

Trolarar í bretskum sjógvi

Tríggir ísfiskatrolarar fiska svartkalva í bretskum sjógvi. 

Har er eisini ein frystitrolari, og ein er við Eysturgrønland.

Øll pørini eru úti. Tey fiska mest upsa og nakað av hvítum fiski. 

Fiskaríið hjá teimum er misjavnt. 

Tvey pør fiska gulllaks.  

Allir trolbátarnir liggja.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065