Falskar bumbuhóttanir móti indiskum flogfeløgum

Falskar bumbuhóttanir móti indiskum flogfeløgum
Tað er ikki óvanligt, at indisk flogfeløg fáa falskar bumbuhóttanir, men enn er ógreitt, hví so nógvar hóttanir hava verið seinastu dagarnar
Air India er eitt av flogfeløgunum í India, sum hava verið bumbuhótt seinastu dagarnar.
 
16.10.2024 - 15:09

Flogfeløg í India hava fingið í minsta lagi tíggju falskar bumbuhóttanir bara seinastu 48 tímarnar. 

Tað hevur darvað flogferðsluna munandi, skrivar bretska kringvarpið.

Í gjár var neyðugt hjá Singapore at senda tvey hernaðar-jetflogfør at fylgja einum flogfari hjá Air India Express burtur úr økjum við nógvum fólki, tí bumbuhóttan hevði verið.

Nakrar tímar frammanundan noyddist eitt flogfar hjá sama felag, sum var á veg úr Delhi til Chicago, at seta seg á einum kanadiskum flogvølli, av trygdarávum.

Tað er ikki óvanligt, at indisk flogfeløg fáa falskar bumbuhóttanir, men enn er ógreitt, hví so nógvar hóttanir hava verið síðani mánadagin. Og arbeitt verður við at fáa greiðu á, hvør hevur sent hóttanirnar.

Umframt Air India hava IndiGo, SpiceJet og Akasa Air eisini fingið falskar bumbuhóttanir hesar dagarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037