- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leingja uppihaldsloyvi til ukrainsk flóttafólk til 2026
Freistin, sum ukrainsk flóttafólk kunnu vera í Føroyum, verður nú longd til 17. mars 2026.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur heitt á danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum um at leingja tíðarskeiðið at lata fyribils uppihaldsloyvir til fólk, sum eru rikin úr Ukraina, í eitt ár.
Hesum tekur danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum undir við.
Bjarni Kárason Petersen hevur lagt uppskotið fyri løgtingið.
143 ukrainar hava fingið framlongt sítt uppihaldsloyvi, meðan umleið 49 fólk eru farin úr Føroyum aftur. (Savnsmynd)
230 loyvi
Útlendingastovan upplýsir, at hálvan september 2024 vóru tilsamans 230 fyribils uppihaldsloyvi latin burturriknum ukrainum í Føroyum. Talan er um 132 kvinnur, 31 menn og 67 børn.
143 fólk hava fingið framlongt sítt uppihaldsloyvi, meðan umleið 49 fólk eru farin úr Føroyum aftur.
Útlendingastovan upplýsir, at tilsamans hava 255 fólk biðið um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini. 13 hava fingið sýtt uppihaldsloyvi. Tey flestu hava kært avgerðina. Av hesum hevur eitt fólk fingið viðhald, og seks fólk eru farin úr Føroyum aftur, áðrenn tey fingu svar um kæruna.
Markið upp á 250 uppihaldsloyvi, sum er ásett í Ukraina-serlógini, er sostatt um at verða rokkið.