Bretland: Sleppa ikki at roykja uttan fyri skúlar og sjúkrahús

Bretland: Sleppa ikki at roykja uttan fyri skúlar og sjúkrahús
Stjórnin herðir tubbakslógina munandi, tí nú doyggja 80.000 fólk av royking um árið
Børn, sum eru yngri enn 15 ár, skulu ikki sleppa at keypa sigarettir í Bretlandi.
 
05.11.2024 - 09:34

Í Bretlandi ætla tey at gera tað ólógligt hjá teimum, sum eru 15 ár ella yngri, at keypa sigarettir. 

Hetta sæst í lógaruppskoti, sum stjórnin fer at leggja fyri bretska parlamentið týsdagin. 

Tað skrivar Reuters. 

Eisini er ætlanin, at tað skal vera ólógligt at roykja uttan fyri skúlar, sjúkrahús og spælipláss. 

 

80.000 fólk doyggja av royking

Stjórnin hevur slept ætlanini um at gera tað ólógligt at roykja uttan fyri vertshús og kaffistovur,  tí vandi er fyri, at tað fær neiligar avleiðingar fyri matstovuvinnuna.

Endamálið við lógarboytingini er at minka trýstið á almenna heilsuverkið.

Hagtøl vísa, at royking hevur við sær, at 80.000 fólk doyggja um árið, og tað kostar umleið 21,8 milliardir pund ella 193 milliardir krónur í okkara peningi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481