Tilboð komin um ráðgeving og projektering at klæða umsitingarbygningin

Tilboð komin um ráðgeving og projektering at klæða umsitingarbygningin
Betongið í umsitingarbygninginum er kannað, og niðurstøðan er, at tað er ov vánaligt til at festa pláturnar beinleiðis á tað
Glaspláturnar á klædninginum vóru tiknar niður fyrr í ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2024 - 08:27

Løgtingið hevur fingið tilboð um ráðgeving og projektering í sambandi við arbeiðið at gera klædningin á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum.

Fýra veitarar vóru bidnir um at koma við tilboði.

Tá avgjørt er, hvussu arbeiðið skal gerast, verður tað boðið út.  Arbeiðið skal byrja næsta vár.

Betongið í umsitingarbygninginum er kannað. Niðurstøðan er, at tað er ov vánaligt til at festa pláturnar beinleiðis á tað.

Tí má onnur loysn finnast. 

 

Petti duttu niður á gongubreytina

Fyribils standa glaspláturnar í kjallaranum í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag, sum løgtingið leigar. Pláturnar vóru tiknar niður í apríl og mai.

Beint fyri ólavsøku í fjør duttu petti av einari plátu niður á gongubreytina við Tinghúsvegin.

Og fyrr í fjør summar datt ein pláta av á hinari síðuni á bygninginum. 

Glaspláturnar komu í 2006.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870