Familjudepilin hjá Almannaverkinum verður Familjutænastan hjá kommununum

Familjudepilin hjá Almannaverkinum verður Familjutænastan hjá kommununum
Familjutænastan verður kommunalur stovnur hjá Kommunufelagnum í eitt trý ára royndarskeið
Familjudepilin hevur ligið undir Almannaverkinum. Nú verður ein familjutænasta skipað undir Kommunufelagnum í trý ára royndartíð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.11.2024 - 09:03

Familjudepilin hjá Almannaverkinum verður nú Familjutænastan hjá kommununum.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og formansskapurin í Kommunufelagnum, borgarstjórarnir Torbjørn Jacobsen og Heðin Mortensen, hava undirskrivað avtalu um Familjutænastuna.

Hon skal í eitt tríára royndarskeið rekast sum kommunalur stovnur hjá Kommunufelagnum. 

Familjutænastan er fyribyrgjandi tænasta, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar. 

Tænastan skal bjóða fram familjuviðgerð, har møguleiki bæði er fyri samdøgursviðgerð og dagviðgerð hjá Familjutænastuni og úti í heimunum.  

 

Familjutænastan verður knýtt at Barnaverndarstovuni hjá Kommunufelagnum.

 

Fýra milliónir frá landinum

Fíggingin frá landinum verður eftir ætlan fýra mió. kr. um árið.

Hetta er tað sama, sum Familjudepilin hjá Almannaverkinum brúkti til samdøgurtilboðið. 

Aftrat hesum verður eitt brúkaragjald frá kommunalu barnaverndartænastunum til at keypa tænastur frá Familjutænastuni. 

Familjutænastan verður knýtt at Barnaverndarstovuni hjá Kommunufelagnum.

 

Søkja eftir leiðara

Søkt er eftir leiðara til Familjutænastuna, og Kommunufelagið finnur hóskandi høli til virksemið. 

Miðað verður eftir at lata Familjutænastuna upp 1. januar 2025. 

Familjudepilin hjá Almannaverkinum hevur ikki virkað síðani januar 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595