Jógvan í Skorini aftur borgarstjóri á Eiði

Jógvan í Skorini aftur borgarstjóri á Eiði
Listi A, sum hevur fingið fýra kommunustýrislimir, hevur skrivað undir semjuskjal
Jógvan í Skorini, sum ikki stillaði upp fyri fýra árum síðani, fekk flestar atkvøður á valinum í gjár, og verður aftur borgarstjóri í Eiðis kommunu.
 
13.11.2024 - 14:55

Jógvan í Skorini verður nýggjur borgarstjóri í Eiðis kommunu.

Tað er greitt, nú meirilutin á lista A hevur skrivað undir semju.

Í semjuskjalinum stendur, at Jógvan í Skorini, sum fekk flestar persónligar atkvøður, verður borgarstjóri. 

Listi A fekk fýra kommunustýrislimir, og Jógvan í Skorini fekk 96 atkvøður.

Listi B fekk tríggjar sessir.

Jógvan í Skorini sigur, at meirilutin hevur fund í kvøld klokkan 19, og tá er ætlanin at skipa seg endaliga.

Borgarstjórin í Eiðis kommunu seinastu árini, Annsy Høghamar, sum stillaði upp á lista B, fall á valinum gjár. Hon gekk 23 atkvøður. 

Jógvan í Skorini hevur verið borgarstjóri á Eiði fyrr, men á kommunuvalinum fyri fýra árum síðani stillaði hann ikki uppaftur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650