- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jógvan Skeel Nolsøe: Nýggjur landsliðskapittul byrjar í dag
Spælararnir á føroyska landsliðnum hava tikið væl ímóti nýggja venjaratoyminum, sum stendur á odda fyri liðnum í Nations League-dystinum ímóti Armenia seinnapartin.
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava stýrt føroyska U21-landsliðnum síðstu tvey árini, og skulu nú standa á odda fyri A-landsliðnum í tveimum teimum síðstu Nations League-dystunum í ár.
- Hetta eru tveir menn, sum eru væl dámdir í føroyskum fótbólti. Atli Gregersen er jú eisini fyrrverandi liðskipari á føroyska landsliðnum, hevur eina øgiliga virðing, og so er hann eisini øgiliga stuttligur at vera saman við, segði Jógvan Skeel Nolsøe, tíðindamaður, úr Armenia, tá hann tosaði við Góðan morgum Føroyar í morgun.
SÍ EISINI: Eitt stig kanska ikki nokk í truplum útidystum
Hallur ivasamur
Venjararnir hava tikið fleiri U21-spælarar við til dystirnar ímóti Armenia og Norðurmakedónia. Ási Dam og Poul Kallsberg eru við fyri fyrstu ferð, meðan Noah Mneney, sum hevur verið við fyrr, er aftur á A-landsliðnum.
Eisini eru Páll Klettskarð og Hallur Hansson, sum ikki vóru tøkir hjá uppsagda Håkani Ericson, eru við aftur hesa ferð. KÍ-framherjin, sum skoraði 23 ferðir í Betri-deildini í ár, hevur ikki skotið mál fyri Føroyar í 14 dystum. Tað vil hann fegin broyta upp á.
Hallur Hansson hevur ikki spælt fyri Føroyar í meir enn tvey ár. Líkt er til, at hann má bíða eitt sindur enn.
- Hann bleiv skaddur undir venjing týskvøldið her í Armenia, so tað var øgiliga harmiligt bæði fyri liðið og fyri tey, sum hava glett seg til til at síggja hann aftur á landsliðnum. Hann er ivasamur til dystin ímóti Armenia, segði Jógvan Skeel Nolsøe.
Kringvarpið sendir dystin ímóti Armenia í sjónvarpinum, og byrjað verður klokkan 16:30.
Hoyr samrøðuna við Jógvan Skeel Nolsøe niðanfyri.