Ikki nóg fjølbroyttur og lønargrundarlagið er ov lágt

Ikki nóg fjølbroyttur og lønargrundarlagið er ov lágt
Tað er ein av niðurstøðunum, ið tey 2.479 fólkini í ættarliðunum X, Y og Z svaraðu í spurnarkanningini hjá Duritu Fagradal Augustinussen um føroyska arbeiðsmarknaðinum .
Durita Fagradal Augustinussen
 
29.11.2024 - 14:50

Durita Fagradal Augustinussen hevur í samband við sína master útbúgving í politikki og umsiting á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya gjørt eina ritgerð um arbeiðsvirði, tað vil siga hvat leggja fólk dent á, tá tey søkja eitt arbeiði, og talan er um ættarliðuni X, Y og Z, og har støðið er upplýsingar frá 2.479 fólkum, ið hava luttikið í einari stórari spurnarkanning.

Høvuðsniðurstøðurnar í kanningini er at øll trý ættarliðini eru altruistisk, ið er tað øvugta av egoistisk, og sosial, samstundis sum tað er ein ávísur hagtalsligur munur á hvussu ættarliðini viga virðini.

Kanningin vísur, at Z er tað ættarliðið, sum leggur størstan dentin á at fáa eina góða løn, síðani er talan um ættarlið Y, sum í stóran mun telur barnafamiljur, ið hava ella skulu útvega sær bústað, eins og tey hava bil og børn. Sostatt er tað týdningarmikið fyri tey at fáa eina góða og høga løn, meðan júst lønin er tað, sum ættarlið X vigar minst.

 

Sosiali arvurin lítlan týdning

Eitt, sum kom óvart á Duritu var at útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum ikki hevði stórvegis ávirkan á arbeiðsvirðini hjá teimum spurdu, meðan gransking í Grønlandi vísur, at um mamman hevur eina høga útbúgving, eru sannlíkindini størri fyri at barnið eisini vil hava eina hægri útbúgving.

 

Politiska sannføringina hevur ein ávísan týdning

Kanningin vísur eisini at tað er ein ávísur munur á um tú hellur til høgru, vinstru ella ert á miðjuni politiskt. Men spurningurin er um tað eru tíni politisku arbeiðsvirði, ið ávirka tíni politisku sjónarmið, ella um tað eru tíni politisku sjónarmið, sum ávirka arbeiðsvirðini, sigur Durita, sum í hesari kanningini brúkar eina lýsing av politiska landslagnum, ið Hallbera West hevur gjørt, og har flokkarnir vinstrumegin miðjuna eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, á miðjuni Sjálvstýri, Miðflokkurin og Framsókn, og á høgravonginum Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin.

 

Koronafarsóttin ávirkaði arbeiðsmarknaðin

Koronafarsóttin staðfesti hvussu lætt, ið føroyski arbeiðsmarknaðurin og arbeiðstakarin hava við at umstilla seg til broytingar. Samstundis vísti farsóttin føroyskum arbeiðsgevarum at 8 til 4 arbeiðsdagurin kanska ikki altíð er hann, sum gagnar fyritøkuni mest – og als ikki arbeiðstakaranum. Eisini staðfesti hetta tíðarskeiðið hvussu væl tað ber til at arbeiða heimanífrá. Og júst hetta við valmøguleikum, tá talan er um arbeiðstíðir og arbeiðsstað, hevur eisini týdning, tá tú skalt fáa javnvág í lutfallið millum arbeiðið øðrumegin og familju og frítíð hinumegin.

 

Er føroyski arbeiðsmarknaðurin kappingarførur við arbeiðsmarknaðin uttanlands?

Um føroyski arbeiðsmarknaðurin er kappingarførur við tann útlendska velst um hvat tað er fyri ættarlið, ið tú spyrt, sigur Durita. Hugsa vit um ættarlið Z, ið eru tey, sum eru fødd millum 1997 og 2012, hava tey eina heilt aðra áskoðan á hvat ein arbeiðsmarknaður er. Hann er í teirra eygum nógv meiri flótandi og altjóðakendir, og til dømis hevur hetta ættarliðið, um tey velja at búseta seg í Føroyum, als onki ímóti at arbeiða fyri útlendskar arbeiðsgevarar, meðan eldru ættarliðini í nógv størri mun síggja seg arbeiða fyri føroyskar arbeiðsgevarar, um tey búgva í Føroyum.

Tey í Z ættarliðinum eru heldur ikki líka starvsloyal sum ættarliðini frammanundan. Fyri tey hevur ein “fortjenstmedalja” fyri trúgva tænasta í 40 ár ikki stórvegis týdning, sigur Durita, og hetta setur eisini krøv til arbeiðsgevararnar, sum mugu vera tilvitaðir um sítt image og hvat, ið krevst av teimum, tí annars fer hetta ættarliðið víðari, tí tey eru ikki bangin fyri at siga upp fyri at royna okkurt annað. Tó eru kvinnurnar í ættarliði Z eitt vet meiri starvsloyalar enn menninir í sama ættarliði

Í dag verður tað eisini meiri og meiri vanligt at fólk arbeiða hjá einari fyritøku í einum landi og búgva í einum øðrum, har ið tey eisini arbeiða, tí at internetið hevur kollvelt alt – og eisini arbeiðsmarknaðin.

Durita Fagradal Augustinussen sigur at føroyski arbeiðsmarknaðurin er kappingarførur skilt soleiðis at trivnaðurin er góður og at arbeiðsloysið er lágt. Men júst lága arbeiðsloysið er eisini eitt tvíeggjað svørð, tí kappingin um starvsfólkini ger at íverksetan og innovatión verður meiri avbjóðandi, tí tú ikki hevur tey fólkini, ið tú hevur brúk fyri.

 

Faktaboks - ættarliðini
“The Greatest Generation”, ið eisini verður nevnd “G.I. Generation” og “Seinri heimsbardagi ættarliðið”, eru tey, sum eru fødd ímillum 1901 og 1927.
“Millumkrígsættarliðið” ella “The Silent Generation” eru tey, sum eru fødd millum 1928 og 1945.
Baby Boom ættarliðið eru tey, sum eru fødd millum 1946 og 1964.
X-ættarliðið eru tey, sum eru fødd millum 1965 og 1980.
Millennials ella Y-ættarliðið eru tey, sum eru fødd millum 1981 og 1996.
Z-ættarliðið eru tey, sum eru fødd millum 1997 og umleið 2012.
Og Alpha-ættarliðið eru tey, sum eru og verða fødd millum 2012 og 2025.
 
 
 
 

 

Poula Michelsen er nevndarforkvinna í PM

Umráðandi at tosa við leiðarin hjá sær

Fyri ung hevur tað stóran týdning at tosa við leiðarin hjá sær, sigur Poula Michelsen, ið er nevndarforkvinna í PM, ið er ein fyritøka, sum varð stovnað í 1974, og sum í dag telur 180 starvsfólk, har av størsti parturin – 110 fólk, arbeiða við reingerð, heilsølan telur 60 fólk og Kjøtbúðin 10.

Tey ungu kenna seg trygg, um tey vita at tey kunnu tosa við leiðaran hjá sær og at leiðarin kann rúma teimum, sigur Poula, sum eisini vísur á at tey ungu vilja verða hoyrd, fáa viðurkenning, tey vilja hava avbjóðingar, samstundis sum lønin eisini hevur ein ávísan og sosiala umhvørvi stóran týdning.

Fyri ung í dag – og kanska serliga ung í framtíðini, hava virðini hjá fyritøkuni stóran týdning, og har verður hugsað um eitt nú burðardygd, heimsmálini og hvussu tú fert við fólki, sigur Poula, sum leggur afturat, at PM ofta fær vitjan av skúlum og lesandi, sum skriva uppgávur, og tá verður ofta spurt um hesi viðurskifti.

Ung vilja vita hvat, ið arbeiðsgevarin vantar av teimum og hvat, ið tey fáa afturfyri. Tey eru sera ágrýtin og arbeiðssom, men eru skjót at skifta um tey halda seg kunnu fáa okkurt betri aðrastaðni. Tey brúka eisini nógvar pengar, eitt nú á matstovu og til klæðir, sigur Poula Michelsen.

Tað hevur stóran týdning at fáa fatur á ungum starvsfólkum. Tey eru framtíðin og tey koma við nýggjum hugskotum, samstundis sum tey eitt nú eisini eru frítíðaravloysarar og ambassadørar hjá fyritøkuni, sigur Poula Michelsen, nevndarforkvinna í PM.

 

Bergtóra Høgnadóttir er HR-leiðari hjá SEV


Samfelagsligi týdningurin hjá SEV hevur nógv at siga fyri starvsfólkini

Tað sigur Bergtóra Høgnadóttir, ið er HR-leiðari hjá orkufelagnum SEV. Tað, at framleiða streym til allar Føroyar, samstundis sum málið er at streymorkan í 2030 skal vera grøn, er nakað, sum hevur týdning fyri starvsfólkini. Og tað síggja vit eisini í umsóknunum, sum vit fáa.

Og SEV er ein av krumtappunum í føroyska samfelagnum og starvsfólkahópurin er eisini rættuliga fjøltáttaður, tá talan er um eitt nú útbúgving og aldur. 

Eitt, sum hevur stóran týdning á einum arbeiðsplássi, er sálarligur tryggleiki, ið kann hava stóran týdning fyri bæði arbeiðsgevaran og arbeiðstakaran. Bergtóra nevnur sum dømi eitt starvsfólk, sum hevur gjørt okkurt skeivt, og sum sigur hetta við leiðaran, sum síðani revsar viðkomandi við eitt nú at “frysta” viðkomandi út, og kanska enntá happar starvsfólkið, meðan onnur hoyra. Næstu ferð hetta starvsfólkið ger eitt mistak, eru sannlíkindini munandi minni fyri at viðkomandi fer til leiðaran hjá sær – og sostatt verður feilurin ikki rættaður. Hinvegin, so lærur tú av tínum feilum, og skaðin verður avmarkaður, tí tú sigur frá. Men tá skal tað vera í einum tryggum arbeiðsumhvørvi.

 

Setanarsamrøðan fer báðar vegir

Vanliga fatanin av einari setanarsamrøðu er at tað er arbeiðsgevarin, sum spyr fyri at fáa eina hóming av hvør umsøkjarin er. Men tað er eisini umsøkjarin, sum skal seta arbeiðsgevaranum spurningar um arbeiðsplássið fyri at tryggja sær at hetta nú er tað rætta fyri hann ella hana, sigur Bergtóra, sum leggur afturat at viðkomandi ivaleyst er í einum øðrum starvi frammanundan, og tá er gott at vita um tað er rætt at skifta arbeiði.

Eisini er tað gott at hava eina starvsfólkasamrøðu, tá tú hevur verið í starvi fyrstu tríggjar mánaðirnar.

 

Ein av spurningunum, ið Durita Fagradal Augustinussen setti teimum 2.479 fólkunum í spurnarkanningini, var hvat er mest umráðandi fyri teg, tá tú velur nýtt starv. Og soleiðis varð svarað:

Hvat er mest umráðandi fyri teg, tá ið tú velur nýtt starv?

Uppá spurningin “Hvat er mest umráðandi fyri teg, tá tú velur nýtt starv” svaraðu 88 prosent av teimum spurdu at mær dámar tað eg geri.

52 prosent svaraðu at mínir førleikar verða viðurkendir.

47 prosent svaraðu at læra og mennast so nógv sum gjørligt.

21 prosent svaraðu framtíðar útlit fyri stórari inntøku.

46 prosent at arbeiðsdagurin er fjølbroyttur.

7 prosent svaraðu at tað, sum fyrrverandi og núverandi starvsfólk á arbeiðsplássinum siga, hevur mest týdning fyri tey, tá tey velja nýtt starv.

27 prosent svaraðu góða byrjunarløn.

19 prosent svaraðu at vera skjótt framflutt ella framfluttur.

52 prosent svaraðu at hava møguleika at sleppa til orðanna var mest umráðandi fyri tey.

41 prosent svaraðu at fara til arbeiðis og loysa uppgávur, tá tað passar mær.

21 prosent hildu tað vera umráðandi ikki at arbeiða yvirtíð.

Heili 90 prosent svaraðu at tað at hava eina ávirkan við tí arbeiði eg geri.

44 prosent svaraðu at framstanda gott frammanfyri øðrum.

Uppá spurningin “Hvat er mest umráðandi fyri teg, tá tú velur nýtt starv”, svaraðu  25 prosent at har er ein mentor, ið eg kann læra frá.

61 prosent svaraðu at starvsfelagaðar og leiðsla eru jalig, sjálvt um eg havi gjørt eitt mistak.

34 prosent svaraðu óformligt og avslappað arbeiðsumhvørvi.

31 prosent at arbeiði ikki er streingjandi.

65 prosent svaraðu at mær dámar tað, ið fyritøkan / arbeiðsplássið ger, tað vil siga framleiður, arbeiður við og so framvegis.

51 prosent svaraðu at starvstryggleiki var mest umráðandi fyri tey.

21 prosent svaraðu umdømi hjá fyritøkuni / arbeiðsplássinum.

9 prosent svaraðu at fáa nógvar ágóðar so sum teldu, fartelefon og bil var mest umráðandi fyri tey, tá tey velja nýtt starv.

70 prosent svaraðu góðir karmar á arbeiðsplássinum.

27 prosent at hava nógv at gera gjøgnum arbeiðsdagin.

36 prosent at arbeiði kennist umboðandi fyri teg sum persón.

45 prosent svaraðu at eg kann hava beinleiðis ávirkan á arbeiðsplássinum.

30 prosent svaraðu at arbeiðsplássið ikki er ov langt heimanífrá.

79 prosent svaraður góðir starvsfelagir.

Og 4 prosent svaraðu at heiti á starvinum er mest umráðandi fyri tey, tá tey velja nýtt starv.

 

Meiri er at hoyra í sendingini Tíðarrák (5:5)

1710901

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234