- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á gongutúri úr Saksun við Tórði á túri í 2018
Í 2018 var Tórður á túri á gongutúrin við gongufólkunum Pól Sundskarð, Guðrun Zachariasen og Finleif Mortensen niðan á Høvdan í Saksun.
Tey trý høvdu øll verið á øllum teimum 340 skrásettu fjallatindunum í Føroyum.
Guðrun Zachariasen hevði um hetta mundið sagt starvið upp sum kommunulækni í Havn, tí hon fór saman við øðrum undir eina verkætlan, har tey skuldu kanna hvørja ávirkan matur og rørsla hava á fólk, ið fáa sukursjúku.
Pól Sundskarð úr Klaksvík var um hetta mundið farin at fáast við ferðavinnu burturav. Hann virkaði sum ferðaleiðari og hevði stovna heimasíðuna hiking.fo, har fólk m.a. kundu gjalda fyri skipaðar gongutúrar kring landið. Síðani sendingin var send fyrstu ferð, hevur Jarðir keypt hiking.fo.
Finleif Mortensen av Argjum hevði tvey væl útgjørd fototól við á gongutúrinum niðan á Høvdan. Hann hevði um hetta mundið givið tvær myndabøkur út og myndakalendara, har íblástur varð givin til gongutúrar kring landið. Finleif málar eisini og fær íblástur til málningalistina í fjøllunum.
Uppi á Høvdanum í Saksun er sera gott og vakurt útsýni, eitt nú sæst oman yvir øll Vestmannabjørgini, vestur á Víkar og Vágalandið annars og Mykines sæst eisini haðani.
Sendingin verður endursend í útvarpinum í dag, men hon kann longu nú hoyrast á KVF Ljóð.
Hvat: Við Tórði á túri
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadag kl. 17.05 ella á KVF Ljóð, tá tað passar tær.
Hvør: "Á gongutúri við Tórði á túri í Saksun", 05.03.2018