Á Breddanum: Politiskt orðaskifti um fráflyting

Á Breddanum: Politiskt orðaskifti um fráflyting
Umboð fyri allar flokkar vera í útvarpsstovuni
Kringvarpið hevur seinastu tíðina varpað ljós á ungfólk og fráflyting. Í dag sleppur politiska skipanin til orðanna í Breddanum um málið. (Savnsmynd)
 
10.12.2024 - 08:51

Fráflyting, fólkasamanseting og føroyingar við útbúgvingum uttanlands.

Í dag sleppur politiska skipanin til orðanna um ávaringarnar av Exit Føroyar 2. 

Hvørja leið skulu vit ganga, hvørjar eru politisku loysnirnar, og hvussu stórur trupulleiki er hetta í roynd og veru? 

Umboð fyri allar flokkar á tingi vera í Breddanum fyrrapartin at siga sína hugsan um málið.

Tey eru Hervør Pálsdóttir fyri Tjóðveldi, Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin, Johan Dahl fyri Sambandsflokkin, Ingilín D. Strøm fyri Javnaðarflokkin, Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin og Hanna Jensen fyri Framsókn 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870