Bárður: Lestrarstuðulin átti at verðið hækkaður enn meira

Bárður: Lestrarstuðulin átti at verðið hækkaður enn meira
Lestrarstuðulin hækkar við 179 krónum á nýggjárinum, men Bárður á Steig Nielsen heldur, at hækkingin - í mun til prístalið - átti at verið í minsta lagið tað dupulta
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.12.2024 - 18:48

Tey sum lesa hægri lestur og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar fáa 179 krónur meira í lestrarstuðli á nýggjárinum.

Men Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur, at hækkingin átti at verið minst dupult so nógv.

Hann vísir á, at samgongan broytti lógina í 2023 soleiðis, at tey lesandi onga hækking fingu í lestrarstuðlinum í ár, har tey áttu at fingið tað samsvarandi hækkingini í prístalinum.

- So nú, hálvtannað ár síðan seinastu hækking, fáa tey bert 179 krónur meira, har tey áttu at fingið minst tað dupulta, um lógin ikki var broytt, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hoyr innslag her:

Bardur_Lestrarstudul

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744