Føroysk hondbóltsvenjaraútbúgving fingið altjóða góðskustempul

Føroysk hondbóltsvenjaraútbúgving fingið altjóða góðskustempul
HSF hevur í vetur skipað nýggja føroyska venjaraútbúgving í fleiri stigum, sum lýkur øll góðskukrøv í Rinck-sáttmálanum hjá Evropisku Hondbóltssamgonguni, EHF
Mynd: Uros Hocevar / kolektiff  
 
17.12.2024 - 11:53

Á EHF-kongressini, sum var í Wien í vikuskiftinum, skrivaði Andrass Thomsen, stjóri í HSF, undir Rinck-sáttmálan hjá EHF vegna HSF.

Rinck-sáttmálin er felags tráður og góðskutrygging fyri venjaraútbúgvingar fyri londini í EHF.

Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, hevur HSF í vetur skipað nýggja føroyska venjaraútbúgving í fleiri stigum, sum lýkur øll góðskukrøv í Rinck-sáttmálanum.

Talan er sostatt um venjaraútbúgving, sum eisini er góðkend í øðrum londum, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan og somuleiðis er krav til venjarar hjá liðum í altjóða europeisku kappingunum.

Av teimum 50 londunum í EHF, eru Føroyar land nr. 43, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037